Plátubarrin

NÝTT LAG: Starlight heldur fram á rokkós við 'Dreymaland'
28-03-2026
Starlight gav í fjør tvey løg út og í ár er ætlanin at útgeva enn fleiri. Tann fyrsta av hesum 2026 útgávum er rokkballadan Dreymaland, sum Niclas Johannesen hevur framleitt.

Starlight gav í fjør síni tvey fyrstu løg út og í ár er ætlanin at koma við enn fleiri. Tann fyrsta útgávan í framhaldinum í 2026 er rokkballadan 'Dreymaland', sum Niclas Johannesen hevur framleitt og Óli Poulsen ljóðblandað. Við at trýsta á pílin niðanfyri hoyrir tú fyrst aðru lagútgávuna frá í fjør, 'Rótasúpan', síðani samrøðuna við Jóhan Martin Jacobsen, Jákup Hansen, og Fimmboða Lisberg, og at enda tann nýggja sangin frá 28. mars 2026.

Bólkurin Starlight er upprunaliga frá 1979 og mannaður við suðuroyingum burturav, harav Sámal Samuelsen býr í Noregi og Kári Lisberg í Danmark. Hinir tríggir búgva í Havn, so ein kann siga, at øll Starlight manningin býr í útlegd, men kortini ber væl til at savnast og taka løg upp saman við Niclasi Johannesen. Fyrra lagið í fjør, 'Knáir gamlir menn', var á Top 10, tá Ársins útvaprshitt 2026 skuldi veljast í samband við Faroese Music Awards (FMA) '26.

Um nakrar vikur ætlar Starlight at útgeva tann næsta sangin í røðini, sum vit her í Plátubarrini eisini fara at leggja dent á tá.

Plátubarrin 28.3.2026

 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.

Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.

Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.

Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.

Starlight gav í fjør tvey løg út og í ár er ætlanin at útgeva enn fleiri. Tann fyrsta av hesum 2026 útgávum er rokkballadan Dreymaland, sum Niclas Johannesen hevur framleitt.
28-03-2026
Frumplátan hjá diskobólkinum Boney M. við løgum sum 'Daddy Cool' og 'Sunny', og føroyska hittinum 'No Woman No Cry'.
21-03-2026
'Here I Go Again' og 'Crying in the Rain'. Vit hoyra hasi bæði hittini og eisini hini løgini á plátuni. Ein av tónleikarunum, Bernie Marsden, greiðir KVF frá einum av løgunum.
14-03-2026
Onkuntíð heldur tú teg vera í tónleikaheiminum hjá Abba, aðrar løtur á ferð við Chess. Soleiðis er henda Temapláta hjá Gemini. Kendasta lagið er 'Another You, Another Me'.
07-03-2026
Tann triðja og eisini best umtókta heildarútgávan, sum John Fogerty hevur givið út sum einstaklingur. Kendastu løgini eru 'The Old Man Down the Road' og 'Rock and Roll Girls'.
28-02-2026
Into The Gap var ein av stórsøluplátunum í 80'unum, harav kendasta lagið er 'Hold Me Now'. Í hesum sambandi hoyra vit eisini onnur TT løg, so talan er um heildarsending.
21-02-2026
'Blackout' var fyrsta útgávan hjá Scorpions við einum stórum hitti; nevniliga 'No One Like You'. Hetta var eisini byrjanin til eina heilt aðra tíð hjá Scorpions. Meira poppur.
14-02-2026
Talan er um einasta album-plettskotið, sum Elton John hevði á heimliga UK Albums Chart í øllum fýrsunum. Afturfyri hevur útgávan so vøkur løg sum 'Sacrifice' og 'Whispers'.
07-02-2026
Útgávan hevur tann kendasta Judas Priest sangin, Breaking The Law, og hon er kanska kendast av øllum Priest útgávum, men er ikki tann mest selda.
10-01-2026
Kendastu løgini eru Eternal Flame og In Your Room. Hetta var triðja og seinasta úgávan, áðrenn bólkurin gavst at spæla. Tær komu saman aftur í 1998.
03-01-2026
Fimm Hjarnar tónleikarar vitjaðu Plátubarrina gamlaárskvøld ´'25, har verturin hevði gjørt ein playlista frá øllum Hjarnar tónleikaskeiðnum, og teir greiddu vælhýrdir frá.
31-12-2025
..ið merkir, at tað krevst meira enn eitt til at fáa tað besta burturúr. Við hesum í huga er TYRIL nú eisini komin við aðru útgávu síni, 'Sparkling Glows', ið man hava munin.
27-12-2025