- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vágskálin

Føroya Politistafelag hevur givið út bók um politiið í Føroyum í 21. øld, sum Kári Thorsteinsson hevur skrivað.
Nógvar umskipanir hava verið í politinum hesa øldina, og brotsverkini eru vorðin fløktari, serliga í talgilda heiminum.
Tørvur er á fleiri politistum, halda bæði Kári Thorsteinsson og Eyðun Dalsgarð, formaður í Føroya Politistafelag.
Eisini heldur høvundurin, at fleiri føroyingar eiga at vera í leiðarastørvum hjá politinum.
Á móðurmálsdegnum 25. mars staðfestir Oddfríður Marni Rasmussen, lærari, at enskt mál ongantíð hevur trýst føroyskt meira enn nú.
Hann hevur eygleitt, at næmingar tosa enskt sínámillum. Eisini flytur føroyskt seg frá at vera sagnorðamál til navnorðamál av ensku ávirkanini.
"Vandi er fyri, at vit fáa eitt føroyskt bókahillamál, sum er rætt, og eitt talumál, sum er ein blandingur av føroyskum og enskum," sigur hann.
Uni Arge leggur til rættis.

Vágskálin
Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.
