- Tíðindi, mentan og ítróttur
Beinleiðis úr Studio 5

Grundleggjandi er tónleikurin á plátuni fólkapoppur, men hon ferðast eisini víða um í sjangrum. Eitt nú er eitt reggae-lag á plátuni, og tað er fyrstu ferð, at Guðrið letur eitt tílíkt úr hondum.
Eisini eru sangir, ið eru kontri-kendir, og okkurt fær fólk at hugsa um grunge-tónleikin úr 90´unum.
Sýrublað er tikin upp í studio hjá Høgna Lisberg við Gøtugjógv, og á útgávuni eru tað tey bæði, ið spæla øll ljóðførini.
Í Studio 5 er manningin henda:
Guðrið Hansdóttir, sang og gittar
Høgni Lisberg, trummur
Vinjar Petersen, klaver
Benjamin Petersen, gittar
Marianna Winter, kór

Beinleiðis úr Studio 5
Beinleiðis úr Studio 5 er sending við livandi tónleiki. Bólkar og einstaklingar, sum hava hug at royna seg, verða boðin í útvarpsstovuna at spæla.











