- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikuskiftið

Leygardagin 28/3 og sunnudagin 29/3 vera tvær altjóða dartkappingar á Glasi í Havn - Tórshavn Open og Faroe Islands Open. Hetta er tólvta árið at Tórshavn Open verið hildið og fimta árið hjá Faroe Islands Open. 200 luttakarar verða við úr 7 ymiskum londum. Tvey umboð frá Havnar Dartfelagi vóru á gátt at greiða frá um tiltakið - Haraldur Elisen, næstformaður, og Alvi av Reyni Nolsøe, skrivari. Janus Trúgvason gevur út nýtt lag í dag, sum eitur "Einvera. Janus var á gátt og greiddi frá. Blúesperlan verður um vikuskiftið. Tað er eitt kvøld við blústónleiki í Reinsaríinum í Havn. Vit fingi vitjan av Una Debess, Edvard Nyholm Debess og Ismo Havessto úr Finlandi. Arnold Ludvig var á gátt í sambandi við, at tiltakið Open Mic fyllir 11 ár. Í tí sambandi verðir føðingardagshald í Reinsaríinum í Havn 8. apríl. Rúni Djurhuus var á gátt og greiddi frá um tiltak við Tjarnir. Við honum vóru Jóhanna Sámalsdóttir og Filip á Smið. Vit vóru á gátt hjá Visit Tórshavn, har Siri greiddi frá um tiltakið Earth Hour umframt tiltøk í Havn um vikuskiftið. Leivur Thomsen og Tróndur Vatnhamar løgdu til rættis. Gott vikuskifti! :-) <br/>

Vikuskiftið
Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.