- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Talan er um ta seinastu Uriah Heep útgávuna við David Byron á forsangi. 'One Way or Another', 'Weep in Silence', og 'Misty Eyes' er mest spældu løgini. Stílistiskt sæð er plátan rættiliga fesjut; alt frá bluesrokki til harmoniløg í misjavnari framleiðslu, men ikki er vist, at tað bara er ringt. Útgávudagur var í mai 1976. Fimti ára útgávdagur er sostatt í mai 2026.
Hetta var eisini tann seinna Uriah Heep plátan við John Wetton, bassisti og sangara, ið bleiv enn kendari seinni við bólkinum Asia. Tá teir fóru á konserferð eftir útgávu av 'High and Mighty', vísti tað seg, at alkoholimsan hjá sangaranum, David Byron, hevði tikið valdið á honum. Ken Hensley hevur sagt, at vanliga hevði atferðin verið, at Byron drakk seg fullan eftir eina konsert, men nú drakk hann alsamt og var tí svikaligur á palli. Fyrr hevði tað verið soleiðis, at David Byron raðfesti framførslurnar fremst, men í 1976 hevði fløskan tikið hesa støðu, segði Hensley. Framleiðarin, Gerry Bron, førdi fram, at stór sosial frástøða var komin í millum sangaran og hinar bólkalimirnar. Ja, tá 'High and Mighty' var tøk í juni '76, nærkaðist tónleikaliga náttin hjá David Byron. Skjótt fór Uriah Heep at senda hann á dyr. Tað fór at verða um ein mánaða ella so, í juli. Ein kann metaforiskt sæð siga, at í juni vóru báðir klokkupinnarnir á 12-talinum, ið er midnátt, ella 'Midnight', hvat ein 'High and Mighty' sangur eisini hevur sum heiti.
Fleiri viðmerkjarar halda, at sum heildarverk er temaplátan misjøvn, meðani hon stendur seg betri lag fyri lag. Okkurt av løgunum er framúr væl úr hondum greitt.
Plátubarrin 4. apríl 2026

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.
Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.
Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.











