- Tíðindi, mentan og ítróttur
Johannes Martin Olsen minnist

92 ára gamli strandingurin Johannes Martin Olsen var ein av teimum, sum myndaðu politikkin í Føroyum í sjeyti- og áttati-árunum. Hann var løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin í 18 ár, og í tveimum umførum, tilsamans í sjey ár, var hann fólkatingsmaður sum varamaður fyri Paula Ellefsen og Edmund Joensen. Báðir vóru løgmenn um tað mundið og kundu tí ikki fara.
Johannes Martin Olsen dámar eisini væl at tosa um sjólívið. Hann er maskinmeistari og hevur siglt við kendum skiparum sum Júst í Túni og Eiler Jacobsen. Hann hevur serligan tokka til nótaflotan, og hann fylgir væl við hesum flota, nú hann og konan Borghild búgva í nýggjari íbúð á Ennivegi í Fuglafirði.
Johannes Martin hevur eisini verið trúboðari í Danmark og í Føroyum, og hann var fyrsti fyristøðumaðurin á nýggja Sjómansheiminum í Runavík, tá hann stillaði upp til Løgtingið og varð valdur.

Johannes Martin Olsen minnist
Sending í tveimum pørtum um 92 ára gamla Johannes Martin Olsen, fyrrverandi løgtings- og fólkatingsmann av Strondum, sum nú er búsettur í Fuglafirði.
Hann er maskinmeistari og hevur siglt nógv við nótaskipum. Var trúboðari og fyristøðumaður á sjómansheimi, áðrenn hann fór upp í politikk.
Tórður Mikkelsen leggur til rættis.
