- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri

Johannes Martin Olsen er framvegis líka munnfimur, hóast hann nú er 92 ára gamal. Í hesum partinum sigur hann meira frá tíðini í Løgtinginum og Fólkatinginum.
M.a. minnist hann við gleði, tá tingmenn úr øllum flokkum í døgurðasteðginum í Tinginum plagdu at fylgjast oman á Sjómansheimið at eta døgurða og sótu har saman og ótu. Aftaná fylgdust teir niðan aftur í Løgtingið og har drukku teir kaffi úr somu kaffikannu.
Stóra ynski hjá Johannesi Martini fyri Løgtingið í framtíðini er, at Harrin fær valdið á okkara politiska valdi, so lóggávan, sum kemur haðani, ikki verður kasserað av honum.
Tá Johannes Martin kom í Løgtingið visti hann ikki, at hann kundi koma í ta støðuna at blíva fólkatingsmaður. Men tað bleiv hann í tveimum førum, tá hann var eykamaður fyri Paula Ellefsen og Edmund Joensen, sum báðir vóru løgmenn um tað mundið og tí kundu ikki fara á Fólkating.

Við Tórði á túri
Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum.











