Vikugesturin

Vikugesturin: Tey útstoyttu standa mær nær
11-04-2026
"The comeback kid" - Sámal Petur í Grund var vikugestur

- Tað var ein tið, har eg føldi meg í eksil. Tað gjørdi so tað, at tey menniskjuni, sum kenna seg útstoytt, hava altíð staðið mær nær.

Sámal Petur í Grund hevur merkt á egnum kroppi, hvat tað merkir at vera útstoyttur og forfylgdur. Í sambandi við hjúnaskilnað, sum bleiv viðgjørdur dagliga í fjølmiðli, tosaði hann bert við heilt fá fólk, tí hann kendi seg úthongdan og gjørdur ómenniskjaligur. Tað lagaði seg so líðandi, men tað var hart - serliga fyri børnini.

Á løgtingsvalinum 26. mars kom Sámal Petur í Grund aftur í løgtingið, eftir at hava verið í politiska kuldanum í nøkur saman við Sjálvstýri, sum hevur verið úr løgtinginum seinasta valskeið. Nú er flokkurin aftur, og tað fekk viðmerkjara at kalla hann "the comeback kid"!

Eitt heiti, sum hann hevur tað gott við.

Dóttirin, sum á sinni mátti síggja pápa sín úthongdan, lýsir i dag Sámal Petur í Grund sum ein hjartagóðan, rúmligan, fevnandi og hjálpsaman pápa, sum er ein fyrimynd hjá henni.

Sámal Petur í Grund er fyrst útbúgvin sum elektronikkmekanikari, hann hevur siglt, hann hevur virkað sum trúboðari, og gjørdist stýrimaður og skipari á ferjum hjá Strandferðsluni í nógv ár. Seinastu 21 árini hevur hann verið skipari á SAM.

Nú er tað aftur sum politikara, sum vit fara at uppliva Sámal Petur í Grund.

Hoyr samrøðuna við Sámal Petur í Grund, har vit tosa um hansara bakgrund, lívið sum trúboðari og fjarritari, upp- og niðurtúrar sum politikari, og ikki minst hansara persónligu søgu.

Vikugesturin

Vikugesturin er gestur í Vikuni hvønn leygardag. Vikugesturin er ein persónur, sum á onkran hátt er áhugaverdur beint nú. Vit taka støði í tí, sum er aktuelt, men vit fara eisini aftur um persónin og lýsa síður, sum annars ikki eru kendar. Spurningarnir kunnu bæði vera hvassir og kínandi. Tónin er kerligur og kontantur.

"The comeback kid" - Sámal Petur í Grund var vikugestur
11-04-2026
Per Zachariassen, sum hevur skapt, ment og stjórnað sendingini Hoydalar, er okkara vikugestur
28-02-2026
Jógvan Páll Lassen hevur verið advokatur í samfull 50 ár og gleðist nú um at arbeiða í rættinum sum verjuadvokatur, ið skal verja tey, sum eru komin skeivt fyri
21-02-2026
Eyðun Nolsøe, tónleikari og sangskrivari, var vikugestur
14-02-2026
Rúni Djurhuus,sum altíð er á ferð, var vikugestur
07-02-2026
Annika Holm, leiðari á Heilbrigdi, var vikugestur
31-01-2026
Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF seinastu 10 árini, var vikugestur
24-01-2026
Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, var vikugestur
17-01-2026
Tað var ein blanding av romantikki og musikki, sum førdi Benni til Føroya, her hann eisini hevur sínar røtur. Nú hevur hann sína síðstu konsert sum dirigentur við FSO
10-01-2026
Hjalmar Petersen var vikugestur í Vikuni
13-12-2025
Rósa Maria Restorff var vikugestur
06-12-2025
Hedvig Johansdóttir var vikugestur.
29-11-2025