- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Í gjár gjørdist ABC samgongan veruleiki og Beinir Johannesen løgmaður. Dagurin var merktur av smílum, tá nýggja løgtingið kom saman fyri fyrstu ferð - og seinni eisini við pinnamati og blómum í Tinganesi, har nýggju landsstýrisfólkini tóku við starvinum.
Tað eru eisini smíl og gott lag, sum hava eyðkent samgongusamráðingarnar, í øllum førum at síggja til. Men fer tað at halda fram, tá ABC samgongan av álvara fer til arbeiðis?
Tað spyrja vit um í dag, tá politiskir viðmerkjarar koma í útvarpsstovuna.
Vit spyrja eisini, um tær breiðu semjurnar síggjast aftur í samgonguskjalinum?
Og hvat tað er fyri ein politikkur, sum vit kunnu vænta okkum í hesum valskeiðnum.

Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.