- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hopphøvd og Perlutrøll

Havnar Jazzfelag fær í 1980 innivist í Perluni í Vágsbotni. Tað var eitt hús, ið sjáldan svav. Tónleikarum stóð frítt at koma og fara. Har var vant og spælt. Orkestur úr øllum norðurlondum vitjaðu. Opið var fleiri kvøld um vikuna, og tey, ið sótu í nevndini, løgdu nógvar ætlanir. Útgávurnar eru nógvar og forvitnisligar. Nevnast kann LP-in "Ábit" hjá Kræklingum, Brongl, sum Jóhannus á Rógvu Joensen er høvuðsmaður í, letur ikki færri enn tvær LP-plátur út, eisini fáa vit "Snjóugluna" - fyrsta heildarverkið hjá Kristiani Blak.

Hopphøvd og Perlutrøll
Í ár eru 50 ár, síðani Havnar Jazzfelag varð stovnað. Í nýggjari útvarpssendirøð lýsa vit fyrstu, hendingaríku árini hjá Havnar Jazzfelag, ið nú hevur hálva øld á baki.
Suni Merkistein leggur til rættis, og Hans Edward Andreasen er tøkningur.

