- Tíðindi, mentan og ítróttur
Serfrøðingurin

Klokkan er væl yvir midnátt.
Tú hevur havt ein langan dag og átti av røttum at sovnað, so skjótt tú legði høvdið niður á koddan.
Men ístaðin eru tankarnir farnir á flog, og tú hevur í fleiri tímar ligið og havt ymiskar stúranir.
Hvat skalt tú gera í slíkari støðu? Og hvussu skalt tú handfara tankameldur?
Eyðgerð Sverradóttir er gestur í Serfrøðinginum hesa ferð. Hon er námsfrøðingur og terapeutur í dialektiskari og kognitivari atferðarterapi, og í sendingini gevur hon góð ráð um tankameldur og stúranir.

Serfrøðingurin
Serfrøðingurin er vikulig sending, har ljós verður varpað á eitt ávíst evni. Gesturin í sendingin hevur servitan á einum øki og greiðir frá hesum. Harafturat hava lurtarar møguleika at senda inn spurningar til serfrøðingin beinleiðis í sendingini. Nýggjur serfrøðingur er hvørja viku.











