- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Sunnudagin var tað valið, sum politiskir eygleiðarir og viðmerkjarir hava kallað tað mest umráðandi valið í Evropa í ár.
Peter Magyar vann á Viktor Orbán, sum hevur sitið við valdið í Ungarn í 16 ár.
Tað var ikki nøkur loyna árðenn valið, at í Russlandi, USA og í Evropa hevði hetta valið nógv at siga. Ungarn gjørdist í valstríðnum ein vígvøllur hjá fleiri stórveldum. Stjórnirnar í Russlandi og USA stuðlaðu sitandi forsetanum Orbán, men hinvegin var gleðin stór í Evropa, tá tað gjørdist greitt at Magyar hevði vunnið. Men hví er eitt so lítið land so áhugavert hjá nøkrum av teimum mest valdsmiklu leiðarunum í heiminum? Og hvat kann ungarska valið siga okkum um stríðið millum heimsins stórveldi?
Við í sendingni: Tór Marni Weihe, Regin Berg og Hans Andrias Sølvará.
Gjørt sendingina: Katrin Johannessen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur.
Tøkningur: Hans Edward Andreasen.

Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.