- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Í leikinum "Lear Kongur" velur Búi Dam at seta Biritu Mohr, sum hevur alzheimer, aftur á pall. Endamálið er at varpa ljós á, hvussu vit viðgera tey, sum onkursvegna eru øðrvísi - og harvið eggja samfelagnum til at hugsa meira um inklusión, sigur leikstjórin, sum eisini er sonur fólkakæra sjónleikaran.
Í sendingini í dag hyggja vit nærri at nýggja heimildarfilminum "Birita", sum fylgir hesari verkætlanini.
Vit spyrja m.a., um tað ber til at geva samtykki við skerdum minni og um har er eitt mark? Og so viðgera vit, um vit í Føroyum eiga at duga betri at rúma ymiskleika?
Við í sendingini: Unn Justinussen, Pál Weihe, Búi Dam og Egi Dam
Gjørt sendingina: Katrin Johannessen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur.
Tøkningur: Kári Annand Berg

Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.