Við Tórði á túri

Við Tórði á túri um norðhavsróður á Eiði
20-04-2026
Aftur í á hevur norðhavsútróðurin fylt nógv í bygdarmyndini á Eiði

Góður prísur og so høgur fiskaprísur, sum menn ikki vita um at siga nær í námind, hevur merkt útróðurin á Norðhavinum í vár. Miðalprísurin á toski er hækkaður millum 10 og 20 kr. fyri kilo síðani í fjør, og tann hægsti toskaprísurin fer upp um 50 kr. kilo.
Í sendingini verður tosað Jenny og Sonna Kallsoy av Eiði, sum rógva út saman og hava gjørt tað í nógv ár.


-Á sjónum er fantastiskt. Ikki minst tá tú sært oyggjarnar í nógvum ymsum umstøðum, sigur Jenny. Hon heldur tað mest umráðandi er, at man er nøgdur við tað sum man ger, og hon er ógviliga glað fyri at kunna rógva út saman við manninum Sonna.


Hini, sum eru við í sendingini, eru:
Árni Kjærbæk, Vilhelm Petersen, Jógvan Olivur Thomsen á Bátafiski, Johan Joensen hjá Hans Egil Joensen & Synum, Hans Egil Joensen, Jenny Kallsoy, Sonni Kallsoy, Høgni Hansen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya, Osmundur Justinussen, sum hevur eygleitt EL Ninó, Esmar Sørensen, Albert Dam.

Við Tórði á túri

Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. 

Aftur í á hevur norðhavsútróðurin fylt nógv í bygdarmyndini á Eiði
20-04-2026
Býlingurin Undir Brúnni er stórur býlingur frá áttatiárunum, har fólk trívast væl
13-04-2026
Dorius Frederiksberg í Klaksvík bleiv kokkur tá hann var 15 ára gamal og hann hevur nógvar søgur frá sínum langa kokkalívi
30-03-2026
Nú Skúlin á Trøðni fyllir hálvthundrað ár, hava ongantíð so nógvir næmingar gingið í Skúlanum á Trøðni sum nú. Nú eru teir 72 næmingar í tali
23-03-2026
Tað er hugnaligt at vitja í Naddoddaneystinum á Tvøroyri, og teimum dáma væl at fáa gestir, tí teir eru altíð klárir til eitt prát
16-03-2026
Tilsamans 16 ymiskar standmyndir eru í Klaksvík, og Rani Nolsøe, ferðaleiðari, hevur gjørt túrar við fólki millum standmyndirnar. Í dag er hann túr við okkum og greiðir frá
09-03-2026
Á Fróðskaparsetri Føroya, okkara universiteti, hendir so mikið nógv dagliga, at túrurin har bleiv í trimum pørtum. Her er triði og seinasti partur.
16-02-2026
Fróðskaparsetur Føroya hevur nógv jørn í eldinum, samstundis sum eitt Kampus til Setrið verður fyrireikað á Frælsinum í Havn
09-02-2026
Fróðskaparsetur Føroya, sum hevur 60 ár á baki, hevur nú 25 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi og umleið 170 starvsfólk
02-02-2026
Eisini býlingurin í Krotugrøvini í Klaksvík hevur sína søgu. Hann er uppkallaður eftir virksemi hjá Gamla Klaksvíkshandli
26-01-2026
Fjallatúrur stytsta dag í árinum hevur verið fastur táttur hesi seinastu árini, og ongantíð hava so nógv fólk verið við sum hesaferð. Tey vóru omanfyri hundrað í tali
19-01-2026
Jól eru í hondum og nógv í samfelagnum er merkt av tí. Tað er túrurin í dag eisini. Vit eru ikki sum vanligt í einum ávísum staði, men hoyra um jólafyrireiking ymsa staðni
15-12-2025