- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hopphøvd og Perlutrøll

Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
21-04-2026
Tað er rúm fyri øllum í Perluni, sum Havnar Jazzfelag húsast í.
Tónleikurin er nógvur og fjølbroyttur.
Hin útgávuvirknasti er Kristian Blak.
Sum tónaskald er eingin, ið hevur fevnt so breitt og rokkið so víða sum hann.
Frá barnaplátum til fólkatónleik, frá jazzi til klassiskan og meira eksperimenterandi etniskan tónleik.
Heitini eru egin: "Ravnating", "Concerto grotto", "Brøytingar" o.s.fr.

Hopphøvd og Perlutrøll
Í ár eru 50 ár, síðani Havnar Jazzfelag varð stovnað. Í nýggjari útvarpssendirøð lýsa vit fyrstu, hendingaríku árini hjá Havnar Jazzfelag, ið nú hevur hálva øld á baki.
Suni Merkistein leggur til rættis, og Hans Edward Andreasen er tøkningur.


