- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Hetta er tann triðja og eisini best umtókta útgávan hjá svenska rokkbólkinum, Europe. Kend løg eru heitislagið, sum er 'The Final Countdown', 'Carrie', og 'Rock the Night'. Talan er ikki um ein av mongu varðunum á leiðini, tí heitislagið er eitt av stóru eyðkennunum fyri øll fýrsini í rokki. Sambært Bestsellingalbums.com er sølutalið fyri heildarverið 6-7 milliónir eintøk, ella kanska er talið størri, hvat aðrar netsíður vilja vera við.
Vit spæla Temaplátuna sum eina fjøruti ára heiðran. Hon hevur almennan útgávudag 26. mei 1986. Sangarin, Joey Tempest, skrivaði einmanna níggju av teimum tíggju sangunum, sum eru við í The Final Countdown heildarverkinum. Í USA rakk útgávan til nr. 8 á albumlistanum, Billboard 200, meðan Europe plátan í 1988, Out of This World, var á amerikanska Top 20. Onga aðrar útgávur enn hesar báðar hevur Europe havt á Top 20 vestan hav. Tær eru tvær av trimum, sum bólkurin hevur givið út hjá Epic Records.
Í september 1985 byrjaði manningin upptøkurnar í Zürich, Sveis. Eftir viðmæli frá plátufelagnum, Epic, var amerikanski produsarin Kevin Elson settur at stjórna upptøkunum, sum umframt Sveis fóru fram í Svøríki og í tveimum støðum í USA; Atlanta, Georgia og Berkeley, Kalifornia.
Plátubarrin 9. mai 2026 (endabrestur hetta sendiskeiðið)

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.
Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.
Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.











