- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Ferðavinnan verður mett at hava 1,4 milliardir krónur í útflutningsvirði. Vinnan er nú triðstørsta vinnan í landinum eftir fiskivinnuna og alivinnuna.

Fleiri og fleiri ferðafólk velja nú airbnb, tá ið tey skulu gista í Føroyum, og nú sova fleri útlendingar í føroyskum íbúðum og húsum í staðin fyri á hotellum.

Men tað eru eisini fleiri, ið siga, at pengarnir frá ferðavinnuni ikki í nóg stóran mun liggja eftir kring landið, men at teir fara til tær stóru fyritøkurnar í Havn.

Fólk í ferðavinnuni og politikarar kjakast í Breddanum í dag, um vit skulu halda á somu leið, ella broytingar skulu gerast.

Gestir: Tróndur Kollsker, stjóri í Vert, Magret Heldarskarð, eigari av Café Eðge, Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, Árni Skaale, tingmaður fyri Fólkaflokkin og limur í vinnunevndini, og Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður fyri Tjóðveldi, fyrrverandi landsstýrismaður í vinnumálum og limur í vinnunevndini.

Vertur: Frants Jensen.

Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.