- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikugesturin

- Tað at liva við skerdum førleika, definerar ikki meg.
Tá ið Noomi O. Gregersen var um at vera liðug við sína ph.d., varð staðfest, at hon hevði krabbamein í mjødnini, sum mátti skerast og endurskapast. Tað hevur gjørt, at hon gongur við einari høkju.
- Kanska hevur mín trúgv gjørt, at eg havi sagt, at tað skal ikki definera meg. Eg eri ikki mítt handikapp.
Hóast sjúkuna, so gjørdi hon sína ph.d. lidna, og tað vísir hennara treiska lyndi, men hon hevði ongantíð klárað tað uttan stuðulin frá sínari familju.
- Tað vísir, hvussu nógv eitt sterkt netverk hevur at siga, staðfestir hon.
Noomi O. Gregersen tók við sum stjóri í Heilsustýrinum tann 1. januar 2026. Hon er eisini partur av stóru FarGen verkætlanini, sum hevur til endamáls at kortleggja ílegurnar hjá føroyingum.
Spurd, hví hon søkti starvið sum stjóri í Heilsustýrinum, svarar hon: Hví ikki? Sama svarið gav hon, tá vit spurdu hana um sjúkuna: Hví ikki eg?
Noomi hevur verið trúgvandi alt sítt lív, og hennara kunnleiki til kyknur og tað universið, sum er har, hevur bara gjørt hana uppaftur meira sannførda.
- Tað er eingin mótsøgn millum trúgv og vísindi, sigur hon.
Noomi O. Gregersen er 47 ára gomul, hon er gift til Syðrugøtu og hevur trý børn. Hon ætlaði upprunaliga at gerast klædnasniðgevi, men lívið førdi hana aðrar leiðir.
Hoyr alla samrøðuna við Noomi O. Gregersen.

Vikugesturin
Vikugesturin er gestur í Vikuni hvønn leygardag. Vikugesturin er ein persónur, sum á onkran hátt er áhugaverdur beint nú. Vit taka støði í tí, sum er aktuelt, men vit fara eisini aftur um persónin og lýsa síður, sum annars ikki eru kendar. Spurningarnir kunnu bæði vera hvassir og kínandi. Tónin er kerligur og kontantur.











