- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Tað var ein feilur, at Heilsufrøðiliga Starvstovan meldaði Bakkafrost til fútan.
Tað sigur Christian Andreasen, advokatur hjá Bakkafrosti um tað nógv umrødda málið um eina bót uppá 67 milliónir, sum fyrstu ferð gjørdist alment í december í 2021.
Umrøðan av málinum byrjaði sum kunnugt við, at eitt telefonnotat hjá stjóranum í løgmanskrivstovuni gjørdist alment. Eitt telefonnotat, sum vísti, at fútin hevði ringt til løgmannskrivstovuna og gjørt vart við, at Bakkafrost varð blivið meldað, og at útlit vóru til eina bót uppá 67 milliónir krónur.
Í farnu viku gjørdist málið aftur aktuelt - nú tí hetta stóra málið, sum var so álvarsligt, at fútin mátti ávara løgmanskrivstovuna, var tódnað niður í einki.
Ein partur var fyrnaður og ein partur kundi ikki prógvast segði fútin í telefonsamrøðu við útvarpið tann 20. apríl.
Breddin viðgerð hvat málið snúði seg um og roynir at kasta ljós á um tað var brot á nakrar reglur, at fútin ringdi út í Tinganes og segði, at Bakkafrost var meldað í 2021?

Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.