- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hopphøvd og Perlutrøll

Eftir sjey feit ár (4:4)
28-04-2026
Livandi virksemið hjá Havnar Jazzfelag fær ein bráðan enda á heysti 1983.
Kommunan, sum eigur felagshúsini í Vágsbotni, tekur næstan í óðum verkum Perluna niður á nátt.
Eftir tað fánaði felagslívið og útgávuvirksemið í Havnar Jazzfelag næstan burtur í einki. Limatalið, sum í 1980 hevði verið 1400, var í 1984 lækkað niður í 110.
Eftir sjey feit ár, komu nú sjey rak jazzár.

Hopphøvd og Perlutrøll
Í ár eru 50 ár, síðani Havnar Jazzfelag varð stovnað. Í nýggjari útvarpssendirøð lýsa vit fyrstu, hendingaríku árini hjá Havnar Jazzfelag, ið nú hevur hálva øld á baki.
Suni Merkistein leggur til rættis, og Hans Edward Andreasen er tøkningur.



