- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvørnin

Níggju sangir á føroyskum máli eru á plátuni "Sýrublað", ið er sjeynda solo-útgávan við Guðrið Hansdóttir.
Høgni Lisberg hevur tikið upp, ljóðblandað og frumbandað, meðan Guðrið Hansdóttir og Høgni Lisberg hava lagt tónleikin til rættis og framleitt útgávuna í felag.
Guðrið hevur gjørt øll løgini á útgávuni og eitt lag saman við Karl Andrias Stóra, meðan Beinir Bergsson hevur skrivað allar tekstirnar og ein í samstarvi við Guðrið.
Guðrið sigur í tíðindaskrivi, at tá hon fór í holt við útgávuna var málið, at hon skuldi einans samstarva við listafólk, sum hon ikki hevði arbeitt við áður og at gera eina útgávu, har ið spæligleði, spontanitetur og kreativitetur skuldi skína ígjøgnum. Úrslitið er 9 løg, sum eru fjølbroytt og fara í ymiskar ættir, men reyði tráurin er tað ráa, ektaða og erliga.
Tónleikarar á útgávuni eru:
- Guðrið Hansdóttir: Sang, guitar, omnichord, floytu og clarinet.
- Høgni Lisberg: Trummur, guitar, bass, sang, klaver, OP-1 og slagverk.
- Jákup Zachariassen: Steel guitar.
- Jóhan Hentze: Trompet og flugelhorn.
- Marianna Winther Nagata, Katrina Olsen, Dania O. Tausen og Elinborg Pálsdóttir syngja kórrøddir.
Plátufelagið Tutl hevur givið "Sýrublað" út á LP plátu og á talgildum stroymitænastum.
Skotsmál:
10/10 stjørnum: Regin Toftegaard
10/10 stjørnum: Holgar Johannesen
Lagt til rættis: Eyðfinn Jensen

Kvørnin
Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.
Í útvarpsstovuni eru vanliga tvey tónleikaáhugað fólk saman við vertinum Eyðfinn Jensen.
Fyritreyt fyri at ummæla í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.






