- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Skiftandi skipanir hava verið galdandi síðani 2010 - onkuntíð skattur - sum alivinnan ynskir og onkuntíð tøkugjøld - sum ávísir politiskir flokkar hava ynskt.
Men í 2024 gjørdi undanfarna samgonga eina breiða semju um leistin, hetta fyri at fáa eina varandi loysn.
Sambært galdandi skipan verður gjald tikið inn eftir bæði skatti og tøkugjaldi.
Politikarirnir tykjast nøgdir við breiðu semjuna og at gjøldini til alivinnuna eru komin í eina fasta legu.
Men er tað ein góð loysn?
Tað hyggja vit uppá í Breddanum í dag.
Hoyr millum annað samrøðu við Beinir Henriksen, sum hevur skrivað serritgerð um føroysku tøkugjaldsskipanina og serskattin.

Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.