Samrøðan er ikki horvin, bara øðrvísi

13.05.2026 - 11:25
InnlendisHeilsa
Samrøðan er ikki horvin, bara øðrvísi
Nógv fólk halda seg burturi, heldur enn at byrja eina samrøðu við ein, sum hevur demens, tí tey ikki vita, hvussu tey skulu tosa, siga tey í Alzheimerfelagnum

- Tá tú tosar við ein, sum hevur demens, so byrjar tú við at siga, hvør tú ert, heldur enn at spyrja um viðkomandi minnist, hvør tú ert, tí tað leggur eitt óneyðugt trýst á, sigur Unn Justinussen, næstforkvinna í Alzheimerfelagnum.

Orsøkin til prátið í morgun er ein listi, sum ofta er at síggja á sosialum miðlum, har mint verður á, hvussu tú kanst gera lívið lættari hjá einum, sum er raktur av demensi. Ráðini á hesum lista eru als ikki so býtt, sigur Unn, men vísir tó til heimasíðuna hjá Alzheimerfelagnum, har tey eisini hava góð ráð liggjandi.

Hilmar Augustinussen er avvarndi hjá demensraktum, og hann heldur, at fólk hava lyndi til at halda seg burturi, tá tey hoyra, at onkur, tey kenna, er raktur av demensi.

- Hesi fólkini eru ikki býtt, so avgjørt ikki, men heilin hjá teimum fungerar bara upp á ein annan máta. Eg plagi at samanbera tað við eina teldu. CPUarin koyrir fínt, RAMið fungerar nokkso gott, men harddiskurin er fullur. Tað vil siga, at tú minnist ikki tað, tú gjørdi fyri fimm minuttum síðan, greiðir Hilmar frá, og leggur afturat, at tú bara skalt minnast til at tosa við ein demensraktan, sum um tú júst hevur møtt teimum, og ikki ganga út frá, at tey minnast tykkara fortíð saman.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985