- Tíðindi, mentan og ítróttur
Beinleiðis úr Studio 5

Hesa ferð eru karmarnir eitt sindur øðrvísi. Studio 5 er ov lítið at rúma øllum, ið eru við í sendingini, og tí verður sungið í forhøllini.
Talan er um kamarkórið Dorimus, sum síðani 1993 hevur staðið fyri væl fyrireikaðum konsertum við nærveru og stórum musikaliteti.
Royndu sangararnir hava 6-8 konsertir um árið, serliga í Norðurjútlandi, har kórið hevur heimstað í Aalborg.
Kammerkoret Dorimus hevur samstarvað við Aalborg Symfoniorkester um framførslur av størri verkum. Repertoirið hjá kórinum fevnir víða innan klassiska kórtónleikin - bæði eldri tónleik, romantiskan tónleik og nýggjari verk.
Kórið hevur fleiri ferðir frumframført tónleik, sum er skrivaður serliga til Kammerkoret Dorimus - m.a. Kjerlighedens Gjerninger við tekstum eftir Søren Kierkegaard og tónleiki eftir Jakob Lorentzen, og Tre Davidssalmer for blandet kor og harpe eftir Christian Præstholm.
Dirigentur øll árini hevur verið Doris Kjærgaard, sum er organistur og kórleiðari í Jetsmark kirkju.
Eftir at hava fingið kandidatprógv frá tónleikakonsarvatoriinum hevur Doris Kjærgaard víðariútbúgvið seg í direktion hjá m.a. Morten Schuldt Jensen í Freiburg, Tone Bianca Dahl í Oslo, og í sangi hjá Annette Bo Nielsen í Nørre Sundby.

Beinleiðis úr Studio 5
Beinleiðis úr Studio 5 er sending við livandi tónleiki. Bólkar og einstaklingar, sum hava hug at royna seg, verða boðin í útvarpsstovuna at spæla.











