- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikuskiftið

Konsert verður leygarkvøldið í Blábar við bolkinum "Carmie". Føroyski Rasmus Vigant Samuelsen og danska Kristina Aggerholm vóru beinleiðis gestir í sendingini. Bygdastevna verður í Sumba um vikuskiftið. Sumbiar ítróttarfelag skipar fyri. Vit ringdu til Halltóru Joensen, forkvinnu í felagnum. Vit vóru á gátt hjá Visit Tórshavn, har Daniella Hentze Danielsen greiddi frá um tiltøk í Havn um vikuskiftð. Vit ringdu til Visit North, har Sigrið Mikkjalsdóttir greiddi frá um tiltøk í Norðoyggjum um vikuskiftið. Vit høvdu vitjar av Benjamin Petersen og øðrum í sambandi við Tatt fest í Dansifrøi í Havn. Vit ringdu til Áka Olsen, sum greiddi frá um bátafestivalin í Vestmanna. Vit hoyrdu eisini um eina handverkaramessu í sendingini. Gott vikuskifti. :-)

Vikuskiftið
Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.