Dylan 85

Dylan 85 (3:4)
20-05-2026
Í triðja parti av kvøðurøðini hjá Meinhardi Jensen fyri Bob Dylan, ið fyllir 85 ár, leitar Meinhard eftir góðum søgum um Dylan. Gestir: Doru á Torvlaðnum og Tórbjørn Jacobsen

Meinhard Jensen leitar í triðja parti eftir góðum søgunum um Bob Dylan, nú Dylan fyllir 85 ár. Doru Tiberiu á Torvlaðnum er ættaður úr Rumenia, men hevur búð í Føroyum alt sítt vaksnamannalív. Sum ungur var Doru uppreistrarsinnaður og lurtaði eftir Radio Free Europe. Hetta gjørdi, at hann mátti rýma úr Rumenia við at svimja tvørtur um Donau. Afturat hesari hendin knýtir seg ein sera áhugaverd Bob Dylan-søga. Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, ið var ungur í Flower Power tíðini , kemur eisini á gátt.

Dylan 85

24. mai 2026 fyllir Bob Dylan 85 ár. Í sambandi við føðingardagin, ger Meinhard Jensen fýra samrøðusendingar, sum fagna Dylan, ið verður hildin at vera ein av mætastu sangskrivarum nakrantíð. Meinhard Jensen bjóðar fólki við áhuga og tilknýti til Bob Dylan í útvarpsstovuna at greiða frá og tosa um Bob Dylan í víðastu merking. 

Í triðja parti av kvøðurøðini hjá Meinhardi Jensen fyri Bob Dylan, ið fyllir 85 ár, leitar Meinhard eftir góðum søgum um Dylan. Gestir: Doru á Torvlaðnum og Tórbjørn Jacobsen
20-05-2026
Í øðrum parti tosa Meinhard Jensen og Rói Patursson, yrkjari, um Bob Dylan, sum verður 85 ár
14-05-2026
Í fyrsta parti vóru Hanus Kamban, rithøvundur, og Paula Gaard, bókmentafrøðingur, tónlistakvinna, á gátt hjá Meinhardi Jensen og prátaðu um Bob Dylan
06-05-2026