Kvørnin

Kvørnin: "Beautiful Obscenery", Greta Svabo Bech
21-05-2026
Fyrsta heildarútgávan við Gretu Svabo bech verður ummæld av Ára Rouch og Hergeir Eldevig í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

Greta hevur skriva bæði orð og løg til teir 10 sangirnar á enskum máli á útgávuni, sum hon hevur tikið upp og framleitt saman við manni sínum, Fred Ruddick, í upptøkuhølinum heima í Fraklandi. 

Tað er fyri tað mesta tey bæði, Greta og Fred, ið spæla øll ljóðførini, men tey hava eisini fingið hjálp frá Mikael Blak, sum spælir bass á fimm løgum, Davide Rossi, ið hevur útsett, framført og tikið upp strúkarar og Ragnari Finsson, sum spælir el-guitar á lagnum "Islands". 

Um útgávuna sigur Greta: "Tónlistarliga er hetta væl friðarligari enn tað, ið eg áður havi útgivið. Eg havi hugsað plátuna sum eitt tónlistarligt klemm. Eg royni at loyva mær sjálvari at vera viðkvom ella viðbrekin á hesari útgávuni. Er tað nakað, sum tað at gerast mamma hevur lært meg, so er tað, at tað er styrki í at vera viðbrekin." 

Skotsmál:

9/10: Hergeir Eldevig

8/10: Ári Rouch

Eyðfinn Jensen er vertur.

Kvørnin

Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.

Í útvarpsstovuni eru vanliga tvey tónleikaáhugað fólk saman við vertinum Eyðfinn Jensen.

Fyritreyt fyri at ummæla í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.

Fyrsta heildarútgávan við Gretu Svabo bech verður ummæld av Ára Rouch og Hergeir Eldevig í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
21-05-2026
"Eitt lýriskt og musikalskt meistaraverk" sigur Regin Toftegaard, sum ummælir heildarútgávuna saman við Holgar Johannesen. Eyðfinn Jensen er vertur.
07-05-2026
Ári Rouch og Birgar Larsen ummæla stakløgini "90'ini" við Ronnie, "Mín sál er í góðum hondum" við Lenu anderssen og "Dreymaland" við Starlight. Eyðfinn Jensen er vertur.
30-04-2026
Sjálvnevnda frum útgávan "Wolfgang" verður ummæld av Páll Oddur Rubbeksen og Hergeir Eldevig. Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
23-04-2026
Stakløgini "Sig mær" við Tøgn, "Suffer In Silence" við Ingibjørg Hansen og "Pápi" við Anton Liljedahl verða ummæld av Ára Rouch og Holgar Johannesen. Eyðfinn Jensen er vertur.
16-04-2026
Hergeir Eldevig og Páll Oddur Rubbeksen ummæla trý stakløg í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
09-04-2026
Ári Rouch og Regin Toftegaard ummæla debut EPðina "ÓJÓ" við Tunghoyrt í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
26-02-2026
"Litríkt ókrút" og "12 skuggar av gráum" eru yvirksiftirnar hjá Páll Oddi Rubbeksen og Ára Rouch, ið geva "Monochrome" 9 av 10 stjørnum. Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
12-02-2026
Hergeir Eldevig og Birgar Larsen eru ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
05-02-2026
"Ein guitarleikari syngur sítt lívsins heyst við hjartanum á rætta stað" sigur Regin Toftegaard, sum ummælir "Sólskin" saman við Páll Oddi Rubbeksen. Eyðfinn Jensen er vertur.
30-01-2026
Stakløgini, ið verða ummæld, eru "Milestones" við Dan Olsen, "Don't Give Up" við Tinu Mellem og "Eysturav" við Tunghoyrt.
22-01-2026
"Mangt og hvat av ovastalofti, sum er tikið niður og pussa og skygt", er yvirskriftin hjá Ingmar Berg Mikkelsen, sum ummælir fløguna saman við Regini Toftegaar.d
15-01-2026