- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikuskiftið

Vit ringdu til Theresu Turidardóttir Kreutzman og Sigrið Mikkjalsdóttir um tiltøk á Norðoyastevnu. Vit ringdu til Ragnhild um um konsertir á Norðoyastevnu. Vit ringdu til Jónfinn Poulsen um Sandvíkardagar. Vit ringdu til Kristel Lisberg um nýggjan sang, sum hevði frumspæling í sendingini. Vit høvdu vitjan av bólkinum Poulsen Brothers, sum spældu live í studio 5. Teir, ið manna bólkin, eru Bárður Reinert Poulsen bass, Pauli Reinert Poulsen guitar, Rógvi á Rógvu trummu og Óskar Guðjónsson saksofon. Vit vóru ein túr í Havnardali og prátaðu við Brand í Dali og Biritu Lutzen um djóradagar í Havnardali. Vit vóru á gátt hjá Visit Tórshavn, har Olaf Eyðsteinsson greidi frá um tiltøk í Havn um vikuskiftið. Gott vikuskifti! :-)

Vikuskiftið
Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.