HM-poddurin

HM-poddur #1: Tá fótbólturin kemur til USA
11-06-2026
Í 1994 kom fótbólturin av álvara til USA. Kappingin, sum byrjaði og endaði við einum brendum brotssparki, broytti fótbóltin. Tróndur Arge hyggur 32 ár aftur í tíðina

HM-endaspælið og fótbólturin kom av álvara til USA í 1994.

Tað var ikki bara ein fótbóltskapping. Tað var eisini eitt markamót. Kanska seinasta ferðin, at risastóra FIFA-kappingin kendist lutfalsliga óspilt.

Á vøllinum stóðu Romario, Baggio, Stoichkov, Hagi og Brolin fyri fótbóltsspæli í heimsflokki, men uttanfyri kritstrikurnar traðkaði fótbóltur inn í eina hyperhandilsliga framtíð.

Hetta var endaspælið, sum broytti alt spælið. 

 

HM-poddurin

Saman við eins eldhugaðum gestum fylgir Tróndur Arge heimsmeistarakappingini í fótbólti. Størstu søgurnar á og uttanfyri vøllin verða vendar í HM-poddinum. 

Í 1994 kom fótbólturin av álvara til USA. Kappingin, sum byrjaði og endaði við einum brendum brotssparki, broytti fótbóltin. Tróndur Arge hyggur 32 ár aftur í tíðina
11-06-2026