- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sorgarbólkur til gongu

Didde Jørgensen og Henry Fjallstein greiddu í Summarmorgni í morgun frá sorgarbólkinum, sum savnast hvønn leygardag fyrrapart á parkeringsøkinum við Tórsbreyt. Hesin bólkur hevur verið til í 10 ár við skiftandi fólkum. Tey møtast við Tórsbreyt, og ganga so í ein tíma - ymsar rutur.
-Bólkurin er óbindandi. Tey sum hava hug og brúk fyri at møtast eru vælkomin. So ganga vit og vit tosa um mangt og hvat. Men hevur onkur brúk fyri tosa um sorgina, eru tað altíð fólk sum lurta, tí øll hava upplivað at missa onkran av sínum kærastu, siga Didde og Henry.
Tey samlast árið runt leygardag kl. 11, men hava kortini ein steðg meðan skúlarnir hava frí. Tí verður ein túrur afturat nú leygardagin, og so verður summarsteðgur til skúlarnir byrja aftur. Og tey leggja dent á, at øll sum hava brúk fyri tí eru vælkomin við. Tað er bara at møta upp leygardag klokkan 11 á parkeringsplássinum við Tórsbreyt.
Her kanst tú hoyra innslagið í Summarmorgni.









