HM-poddurin

HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
17-06-2026
Heimsmeistarakappingin í fótbólti hevur nærum 100 ár á baki. Gestirnir fara í nostalgiska hornið, velja sínar yndiskappingar og viðgera spælararnar, sum hava myndað HM-søguna

Pelé, Cruyff, Maradona, Zidane og Messi.

Túsundtals spælarar hava spælt í heimsmeistarakappingunum kring heimin seinastu 96 árini, men nakrir fáir hava myndað tær í so stóran mun, sum teir, sum eru nevndir omanfyri.

Allir teir stóru koma upp at venda í nostalgipoddinum, men eisini øgiliga nógv aðrir og annað.

Gestirnir hesa ferð fara í nostalgiska hornið og tosa um síni bestu HM-minni. Felags fyri allar er, at yndiskappingarnar eru tær, sum vóru spældar, tá teir vóru smádreingir og/ella tannáringar.

Eli Hentze, Emil L. Jacobsen og Símun Christian Olsen eru gestir hjá Tróndi Arge, sum leggur til rættis.

 

HM-poddurin

Saman við eins eldhugaðum gestum fylgir Tróndur Arge heimsmeistarakappingini í fótbólti. Størstu søgurnar á og uttanfyri vøllin verða vendar í HM-poddinum. 

Heimsmeistarakappingin í fótbólti hevur nærum 100 ár á baki. Gestirnir fara í nostalgiska hornið, velja sínar yndiskappingar og viðgera spælararnar, sum hava myndað HM-søguna
17-06-2026
HM 2026 er skotið í gongd í USA, Meksiko og Kanda, og Tróndur Arge tekur samanum fyrstu dystirnar saman við Eli Hentze, Emili L. Jacobsen og Símun Christian Olsen
17-06-2026
Í 1994 kom fótbólturin av álvara til USA. Kappingin, sum byrjaði og endaði við einum brendum brotssparki, broytti fótbóltin. Tróndur Arge hyggur 32 ár aftur í tíðina
11-06-2026