Summarmorgun

Petur Martin letur Kafé Mýri upp í Fámjin
24-06-2026
Ætlanin er at kaféin letur upp áðrenn árliga Túnadansin 4. juli

Klaksvíkingurin Petur Martin Johannesen, sum er betri kendur frá tónleikinum, letur um fáar dagar upp kafé í Fámjin. Petur Martin, sum er klaksvíkingur, er leiðari fyri Musikkskúlan í sunnaru helvt í Suðuroynni, og hann hevur í nøkur ár búð í Fámjin, har hann keypti hús. Herfyri keypti hann eini hús afturat, og tey verða nú kafé. Umframt kaffi og okkurt afturvið, fer kaféin at servera fiskasuppu og onnur ting, ið geva mettuna.


Fámjin er kend sum bygdin, har fyrsta føroyska flaggið hongur í kirkjuni. harafturat er vakra bygdin á vestursíðuni av Suðuroynni eisini kend fyri sítt góða vesturskin. Nógv fólk í Suðuroynni fara til Fámjins at síggja vesturskinið.


Kaféin fer at eita Kafé Mýri og tað er av staðarnavninum har hon er. Petur Martin sigur, at málið hevur verið at lata upp 1. juli. Hann er ikki vísur í at hann klárar tað, men ið hvussu so er ætlar hann at kaféin verður latin upp tá árligi Túnadansurin verður í Fámjin leygardagin 4. juli.


Her kanst tú hoyra innslagið, sum var í Summarmorgni í Útvarpinum týsmorgunin.

Summarmorgun

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

10-08-2026
10-08-2026
07-08-2026
07-08-2026
06-08-2026
06-08-2026
05-08-2026
04-08-2026
04-08-2026
03-08-2026
03-08-2026
Júst sum summarblómurnar fóru at spretta, og várið var upp á sítt vakrasta, misti Tina beiggja sín, Dánial. Tí skrivaðu tær báðar í bólkinum Flákra sangin "Í ævir".
31-07-2026