- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvørnin

The MZA EP vol. 2, ið er fimta EP'in við 22 ára gamla rapparanum og framleiðaranum Marius DC, byggir víðari á sama grundarlag sum debut EP'in, "The MZA EP", ið kom út í 2019.
Á EP'ini eru seks sangir á enskum máli, sum Marius DC hevur skrivað, framleitt, ljóðblandað og frumbandað. Tó hevur danski framleiðarin Jeppe Engelbrecht Appel framleitt sangin, "Got It Made", og "Forever" er skrivaður og framførdur saman við Jazzygold.
Skotsmál:
9/10 stjørnum: Regin Toftegaard
8/10 stjørnum: Ári Rouch
Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

Kvørnin
Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.
Í útvarpsstovuni eru vanliga tvey tónleikaáhugað fólk saman við vertinum Eyðfinn Jensen.
Fyritreyt fyri at ummæla í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.








