Sangir úr mínum lívi

Laila av Reyni velur sangir úr sínum lívi
02-07-2026
Laila av Reyni elskar at syngja, og hósdagin klokkan 17:05 velur hon sangir úr sínum lívi

Tónleikurin hevur altíð havt stóran týdning fyri Lailu av Reyni, sum hevur latið úr hondum tvær fløgur eins og fleiri stakløg. Harumframt hevur hon eisini sungið á útgávum saman við eitt nú Gunnari G. Guttesen, M. C. Restorff og Jens Marna Hansen.
Í sendingini Sangir úr mínum lívi, ið verður send beinleiðis í útvarpinum hósdagin kl. 17:05, fer Laila av Reyni at velja nakrar sangir, ið hava havt ein serligan týdning fyri hana. Harumframt nemur Laila millum annað eisini við yrkisleiðina sum sniðgevi, har ið hon eitt nú hevur sniðgivið kjólar, sum Miss World Danmark 2012 ? Iris Thomsen, hevur gingið á catwalk í.
Sangirnir, ið Laila av Reyni hevur valt, eru Syngja sama lag við Jofukasar, Taking it back við Glamour & The Baybes, Várið gevur megi við Hildibjartur Hansen og Sámal Hildibjartsson Hansen, I morgen er der også en dag við Andreas Odbjerg, A night like this við Caro Emerald, og Tonight you belong to me við Patience and Prudence.

Sangir úr mínum lívi

Sangir úr mínum lívi er heitið á nýggjari sendirøð, sum er á útvarpsskránni í summar. Í sendingini verður tosað við tónleikarar, sum greiða frá sangum, ið hava havt serstakan týdning.

Ymsir vertir í Kringvarpinum skftast um at gera sendingina.  

Laila av Reyni elskar at syngja, og hósdagin klokkan 17:05 velur hon sangir úr sínum lívi
02-07-2026
Í hesi sending velur Steintór sangir úr sínum lívi. Sangirnir, ið verða spældir, eru:
01-09-2025
Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge velur sangir úr sínum lívi
21-08-2025
Og skuldi Hallur Joensen sleppa til Suðuroyar at spæla so ungur, skuldi 15 ára gamla stórisysturin við. Og hósdagin kl. 17:05 velur hann sangir úr sínum lívi
14-08-2025
Í hesi sending velur Jasmin Mote sangir úr sínum lívi. Sangirnir, ið verða spældir, eru:
07-08-2025
Sigmund Zachariassen velur sangir úr sínum lívi
31-07-2025
Í sendingini verða hesir sangir spældir og umrøddir:
23-07-2025
Í sendingini verða hesir sangir spældir og umrøddir:
16-07-2025
Í sendingini verða hesir sangir spældir og umrøddir:
10-07-2025
Í sendingini verða hesir sangir spældir og umrøddir:
02-07-2025
Longu 9 ára gamal var fyrsta sangupptøkan gjørd við Karl Martini Samuelsen, og tað var saman við bólkinum The Tigers. Eini sangurin var Long tall Sally
26-06-2025
Guðrun Sólja Jacobsen velur sangir úr sínum lívi
19-06-2025