- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri

Yvirhøvur eru fólk, býlingar, kommunur og felagsskapir troytt av garðaskøruni, sum hevur serliga góð livilíkindi í Føroyum og sum yvirtekur har hon er. Garðaskøran er ein innræsin planta og nógv halda, at hon ikki hoyrir nátúlriga heima í Føroyum, tí hon minkar um lívmargfeldið.
Skørutrupulleikin verður viðgjørdur á hesum túrinum. Og í sendingini er samrøða við hesi fólkini: Heðin Askham, Barbara Ólavsdóttir, Jógvan Jacobsen, Eyðbjørg Hansen, Annleyg Patursson, Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk, Guðrun Gærdum og Magnus Frederik Magnusson.

Við Tórði á túri
Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum.











