Ung lesa

Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
30-06-2026
Poddvarprøð í átta pørtum

Systrarnar Olivia Reinert Joensen og Jóna Reinert Joensen práta við Silju Aldudóttur, ritstjóra á Bókadeild Føroya Lærarafelags, um ungdómsbøkur.
Í hesum fyrsta partinum av poddvarpinum fortelja vit eitt sindur um okkum sjálvar og hvørjar bøkur okkum dámar.
Síðani tosa vit um skaldsøguna Rúnaspá eftir Ingun Christensen. Vit tosa um vølvur og skjaldmoyggjar, bókamerki og kort í bókum, kríggj og klandur, trúgv og vald, og ikki minst truplu uppgávuna, sum 14 ára gamla Saga hevur tikið á seg.
Ingun Christensen hevur skrivað bókina, og hetta er fyrsta bókin í trýverkinum Snjómánafólkið.
Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út
Vertur: Silja Aldudóttir
Í panelinum: Olivia Reinert Joensen og Jóna Reinert Joensen

Ung lesa

Í sendingini fara systrarnar Olivia og Jóna Reinert Joensen saman við Silju Aldudóttir at práta um spennandi bøkur og stór evni sum kærleika, vinarlag, stríð og samleika.

Hvør partur tekur støði í einari ella fleiri bókum og gevur eitt ungt sjónarhorn á søgurnar.

Poddvarprøð í átta pørtum
30-06-2026