- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oyggjar undir trýsti

Í 3. parti verður dentur lagdur á ta ávirkan, sum vinnulívið hevur á náttúru, lívmargfeldi og trivnað hjá fólki.
Nógv virksemi er kring landið, og í fleiri førum er tungt vinnuvirksemi staðsett í bygdum øki við nógvum sethúsum og vanligum fólkalívi.
Tílíkar staðsetingar fara fólk ikki at góðtaka í framtíðini, heldur samfelagsfrøðingurin, Sámal Matras Kristiansen, tí tíðin við einum flakavirki á hvørjum tanga er farin.
Vit frætta um stríðið hjá Trinu Eysturoy, forkvinnu í Heimafriði, ímóti ljóðdálking í føroyskum havnum, og vit hitta Niels Winther, stjóra í Vinnuhúsinum, og Súsonnu Berg, ráðgeva í burðardygd.
Tey bæði verða m.a. spurd, hvat vinnulívið ger fyri at verja margfeldið í náttúruni. Tey svara, at alt hevði verið lættari við eini fullfíggjaðari føroyskari náttúruskráseting.
Uni Arge leggur til rættis.

Oyggjar undir trýsti
Má náttúran í Føroyum lúta, tí aðalmálið hvørt ár er meira vøkstur, meira modernitetur og meira effektivitetur? Tað er spuningurin í hesi sendirøðini í fýra pørtum.
Uni Arge leggur til rættis.


