Oyggjar undir trýsti

Oyggjar undir trýsti - 2. partur
13-07-2026
Missa vit ov nógva náttúru í Føroyum av áhaldandi útbyggingum og krøvum um vøkstur?

Føroyska náttúran er ikki til fulnar skrásett, og ongin lendisætlan finst fyri Føroyar. Tí verður í fleiri førum útbygt á ov tilvildarligan hátt, varð staðfest í 1. parti.   

Í 2. parti frætta vit, at Tórshavnar kommuna í sínum nýggja umhvørvispolitikki hevur sett sær fyri at skráseta alla náttúru í kommununi og gera eina lendisætlan. 

Trýstið á náttúru og grøn økir í kommununi er stórt, tí so nógv verður bygt, og tí má kommunan annaðhvørt taka meira hagalendi ella byggja hægri inni í býnum.  

Í sendingini hitta vit Elsu Berg, borgarstjóra, Biritu Wardum, býararkitekt, Marius Müller, leiðara á Umhvørvisdeildini, og Jón Kragesteen, formann í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag.  

Greitt verður eisini frá, at ymsar fatanir eru um náttúru. Ein fatan er, at náttúran skal sleppa at vera náttúra. Ein onnur er, at menniskju skulu kunna troyta náttúruna eftir egnum tørvi.   

Uni Arge leggur til rættis.

Oyggjar undir trýsti

Má náttúran í Føroyum lúta, tí aðalmálið hvørt ár er meira vøkstur, meira modernitetur og meira effektivitetur? Tað er spuningurin í hesi sendirøðini í fýra pørtum. 

Uni Arge leggur til rættis.

Missa vit ov nógva náttúru í Føroyum av áhaldandi útbyggingum og krøvum um vøkstur?
13-07-2026
Missa vit ov nógva náttúru í Føroyum av áhaldandi útbyggingum og krøvum um vøkstur?
06-07-2026