Oyggjar undir trýsti

Oyggjar undir trýsti – 4. sending
27-07-2026
Missa vit ov nógva náttúru í Føroyum av áhaldandi útbyggingum og krøvum um vøkstur?

Í 4. parti verður ljós varpað á orkuútbyggingar og tað árin, tær hava á náttúruna, tað veri seg útbyggingar í sambandi við vatnorku, vindorku, sjóvarfalsorku ella sólorku.

Í sambandi við vatnorkuútbyggingar eru tikin fleiri vøtn og áir, og í fjøllunum mala nú vindmyllur og geva heiðafuglinum kapping.

Hvussu sampakkar viljin at fremja grøna orkuskiftið við viljan at verja náttúruna, spyrja vit Hákun Djurhuus, stjóra í SEV, og Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðing.

Báðir ásanna, at talan er um eina andsøgn, at takast má av náttúruni fyri at framleiða orku við ongum útláti. Eisini hitta vit Súsonnu Berg, ráðgeva í Vinnuhúsinum, og Magnus Gaard, lívfrøðing.

Greitt verður frá søguligu gongdini í sambandi við orkuútbyggingar í Føroyum, og at fyrsta vatnorkuverkið varð bygd í Botni í Vági longu í 1921.

Uni Arge leggur til rættis.

Oyggjar undir trýsti

Má náttúran í Føroyum lúta, tí aðalmálið hvørt ár er meira vøkstur, meira modernitetur og meira effektivitetur? Tað er spuningurin í hesi sendirøðini í fýra pørtum. 

Uni Arge leggur til rættis.

Missa vit ov nógva náttúru í Føroyum av áhaldandi útbyggingum og krøvum um vøkstur?
27-07-2026
Missa vit ov nógva náttúru í Føroyum av áhaldandi útbyggingum og krøvum um vøkstur?
20-07-2026
Missa vit ov nógva náttúru í Føroyum av áhaldandi útbyggingum og krøvum um vøkstur?
13-07-2026
Missa vit ov nógva náttúru í Føroyum av áhaldandi útbyggingum og krøvum um vøkstur?
06-07-2026