Ung lesa

Ung lesa 2. partur - Kærleiki og forelskilsi
07-07-2026
Poddvarpsrøð í átta pørtum

Systrarnar Olivia Reinert Joensen og Jóna Reinert Joensen práta við Silju Aldudóttur, ritstjóra á Bókadeild Føroya Lærarafelags, um ungdómsbøkur.
Temað í hesum partinum er forelskilsi og kærleiki. Vit hava valt nakrar nýggjar ungdómsbøkur, sum upp á øgiliga ymiskar mátar lýsa, hvussu tað er at vera eitt ungt menniskja í verðini í dag, sum verður forelskað. Vit tosa um bókarøðina Stjørnucrush, sum norski rithøvundurin Kirsti Kristoffersen hevur skrivað, og Vagnur Streymoy hevur týtt til føroyskt. Vit tosa um skaldsøguna Himmaleldur eftir Moa Backe Åstot, sum er sámi og úr Svøríki. Triðja bókin eitur Vit fara bara at súkkla framvið, og hana hevur svenski høvundurin Ellen Strømberg skrivað. Ingun Háberg hevur týtt Himmaleld og Vit fara bara at súkkla framvið til føroyskt.
Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bøkurnar út
Vertur: Silja Aldudóttir
Í panelinum: Olivia Reinert Joensen og Jóna Reinert Joensen

Ung lesa

Í sendingini fara systrarnar Olivia og Jóna Reinert Joensen saman við Silju Aldudóttir at práta um spennandi bøkur og stór evni sum kærleika, vinarlag, stríð og samleika.

Hvør partur tekur støði í einari ella fleiri bókum og gevur eitt ungt sjónarhorn á søgurnar.

Poddvarpsrøð í átta pørtum
07-07-2026
Poddvarprøð í átta pørtum
30-06-2026