- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sangir úr mínum lívi

Síðani 2014 hevur Ester Kristiansen javnan latið úr hondum nýggjar sangir, teirra millum Enn hann eg kenni, Fívil og Aftur til mín, men hon hevur eisini roynt seg í øðrum høpi, eitt nú hevur hon verið við í Nósa Barna Prix og sangleikinum Audition, eins og hon hevur verið í uppskoti til at gerast Ársins nýggja navn í FMA høpi.
Í sendingini, ið verður send í útvarpinum hósdagin kl. 17:05, fer Ester at velja nakrar sangir, ið hava havt ein serligan týdning fyri hana, samstundis sum hon eisini fer at siga frá øðrum tættum í sínum lívi.
Sangirnir, ið Ester Kristiansen hevur valt, eru Barndommens gade við Anne Linnet, Grace Kelly við Mika, Starkare við Miss Li, Mama við Spice Girls, Solo við Simon Kvamm og Ålborg Symfoniorkestur, The Adults Are Talking við The Strokes, og Sólarskipanin við Ævintýraferðini.

Sangir úr mínum lívi
Sangir úr mínum lívi er heitið á nýggjari sendirøð, sum er á útvarpsskránni í summar. Í sendingini verður tosað við tónleikarar, sum greiða frá sangum, ið hava havt serstakan týdning.
Ymsir vertir í Kringvarpinum skftast um at gera sendingina.











