- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ung lesa

Systrarnar Olivia Reinert Joensen og Jóna Reinert Joensen práta við Silju Aldudóttur, ritstjóra á Bókadeild Føroya Lærarafelags, um ungdómsbøkur.
Í hesum partinum tosa vit um alt, sum hevur við lesivanar og yndisbøkur at gera. Vit tosa um, hvar og nær vit lesa, og um vit lesa leingi í senn ella í smáum bitum. Onkur lesur fleiri bøkur í senn, og onkur kýtir seg heldur at blíva liðug við eina bók, áðrenn hon byrjar upp á ta næstu. Hvat fangar okkum, og hvat gevur okkum hug at lesa eina bók? Vit tosa eisini um, hvør hevur ávirkan á okkara lesivanar, og ikki minst hvat vit fáa burtur úr at lesa.
Vertur: Silja Aldudóttir
Í panelinum: Olivia Reinert Joensen og Jóna Reinert Joensen

Ung lesa
Í sendingini fara systrarnar Olivia og Jóna Reinert Joensen saman við Silju Aldudóttir at práta um spennandi bøkur og stór evni sum kærleika, vinarlag, stríð og samleika.
Hvør partur tekur støði í einari ella fleiri bókum og gevur eitt ungt sjónarhorn á søgurnar.


