Sangir úr mínum lívi

Niclas Heri Jákupsson velur Sangir úr sínum lívi
20-08-2026
Sum sangari og undirhaldari hevur Niclas Heri Jákupsson roynt eitt sindur av hvørjum. Og hósdagin kl. 17:05 velur hann sangir úr sínum lívi

Í sendingini avdúkar Niclas Heri millum annað hvør rockballada skal spælast, tá hann verður jarðaður.
Niclas Heri Jákupsson trein pallin á fyrsta sinni í 1984 og tað var sum trummusláari, sangari og kórsangari í bólkinum Dynamit, sum síðani hevur latið úr hondum fýra heildarútgávur umframt Dynamit Perlur, ið telir størstu hittini umframt nakrar nýggjar sangir, og fløgu- og dvd útgávuna ?Vit vilja ongantíð doyggja? við upptøkum frá Summarfestivalinum í 2009.
Seinastu árini hevur Niclas Heri Jákupsson latið úr hondum nýggjar sangir undir egnum navni ? og fleiri eru á veg.
Harumframt tók Niclas Heri stig til manskórið Garpar í Sørvági eins og hann eisini eigur hugskotið til eitt nú Sjómannadagin í Klaksvík, Heystfagnaðin á Eiði, og Kópakonuna í Mikladali.
Sangirnir, ið Niclas Heri Jákupsson hevur valt, eru In my life við The Beatles, YMCA við Village People, Come on Eileen við Dexys Midnight Runners, I want to know what love is við Foreigner, Time in a bottle við Tim Croce, Når jeg bliver gammel við Gnags, Smile við Nat King Cole, og Moonlight Sonata eftir Ludwig van Beethoven.
Sangir úr mínum lívi, í dag klokkan 17:05.

Sangir úr mínum lívi

Sangir úr mínum lívi er heitið á nýggjari sendirøð, sum er á útvarpsskránni í summar. Í sendingini verður tosað við tónleikarar, sum greiða frá sangum, ið hava havt serstakan týdning.

Ymsir vertir í Kringvarpinum skftast um at gera sendingina.  

Sum sangari og undirhaldari hevur Niclas Heri Jákupsson roynt eitt sindur av hvørjum. Og hósdagin kl. 17:05 velur hann sangir úr sínum lívi
20-08-2026
Mín størsta tónleikauppliving er Faroe 5 konsertin á lestrargonguni í Keypmannahavn í fjør, sigur Asta Højgaard, sum hósdagin klokkan 17:05 velur sangir úr sínum lívi
06-08-2026
Í hesi sending velur Lyon sangir úr sínum lívi. Sangirnir, ið verða spældir, eru:
30-07-2026
Í 2001 sang Ester Kristiansen skjaldrið Tirpu Tirpu Teiga í sjónvarpssendingini Likkulikkuleia og í 2014 lat hon fyrsta egna sangin úr hondum
16-07-2026
Hann hevur sett dám á føroyskan tónleik í útvið 50 ár, men hvør tónleikur hevur skapt Terja?
14-07-2026
Í hesi sending velur Jan Rúni sangir úr sínum lívi. Sangirnir, ið verða spældir, eru:
09-07-2026
Laila av Reyni elskar at syngja, og hósdagin klokkan 17:05 velur hon sangir úr sínum lívi
02-07-2026
Í hesi sending velur Steintór sangir úr sínum lívi. Sangirnir, ið verða spældir, eru:
01-09-2025
Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge velur sangir úr sínum lívi
21-08-2025
Og skuldi Hallur Joensen sleppa til Suðuroyar at spæla so ungur, skuldi 15 ára gamla stórisysturin við. Og hósdagin kl. 17:05 velur hann sangir úr sínum lívi
14-08-2025
Í hesi sending velur Jasmin Mote sangir úr sínum lívi. Sangirnir, ið verða spældir, eru:
07-08-2025
Sigmund Zachariassen velur sangir úr sínum lívi
31-07-2025