Meiri enn tak yvir høvdið

Andrea Árting helt røðu út gjøgnum stovuvindeyga
17-08-2026
Tað sigur Meduna Dalsgaard, arkitektur, sum saman við familjuni býr í gamla býlinginum skamt frá skipasmiðjuni í Havn

Meduna Dalsgaard og maðurin keyptu húsini í 2018, og tey hava gjørt fleiri broytingar í húsunum, hóast tey ikki eru komin á mál enn. Eitt nú hava tey valt at køkurin skuldi vera sitróngulur, samstundis sum tey hava valt at skápini eru smøl, soleiðis at rúmið kennist hægri enn tað í veruleikanum er.

Meduna sigur, at henni dámar væl at búgva mitt í býnum, tí tá hittur tú ofta fólk, ið tú kennur, av tilvild. Og so er tað útsýnið, har tú eitt nú kanst njóta at síggja vøkru grannahúsini og stóra urtagarðin.
Eitt, sum arkitekturur kann, er at stuðla upp undir, so at man fær tað gott, sigur Meduna. Og nógv av tí góða, sum tú hevur í ein sovorðnum gomlum umhvørvi, kanst tú eisini taka hædd fyri, tá tú skipar eitt nýtt øki á tekniborðinum.

 

Dømi um væleyðnaðar býlingar

Meduna Dalsgaard nevnur fleiri øki, ið hon heldur vera fyrimyndarlig, teirra millum Boisensgarður, úti á Reyni, Rabarbukvarterið, Hoydalar, Tórsbyrgið, Berjabrekka, við Skansan og Dalabúð í Havn, og við Myllutjørn í Hoyvík. Og ein felagsnevnari er, at øll hesi øki geva frá sær góðsku til onnur og tey leggja afturat býnum.

Hugnaliga umhvørvið á Berjabrekku

 

Vøkru grannahúsini hjá Medunu, sum H. C. W. Tórgarð teknaði til Valdemar Lutzen

 

Hugnaligi býlingurin við Myllutjørn í Hoyvík

Gamli og hugnaligi býlingurin úti á Reyni


Hvussu tryggja vit okkum eina ávísa góðsku, tá fleiri túsund bústaðir skulu byggjast?

Tað er umráðandi at seta tíð av til sjálva prosessini, tá nógv skal byggjast, tí annars er stórur vandi fyri einari ivasamari góðsku. Eisini er umráðandi at býlingarnir eru fjølbroyttir, og at bygt verður til ymisk sløg av húskjum.

Meduna heldur eisini at vit duga ikki at byggja við somu dygdum, sum hjá gomlu føroysku bygdini. Alt ov ofta eru fyrimyndirnar í Føroyum av flatlondum meðan Føroyar eru eitt fjallaland.
Meduna sigur eisini, at fólk eiga at raðfestast frammanfyri bilarnar.


Serstaka uppgávan

Arkitektarnir fáa eisini eina uppgávu, har ið teir skulu fyrihalda seg til eitt par við tveimum børnum, sum skulu byggja. Tey eiga grundstykki og hava 2,5 milliónir krónur tøkar at byggja fyri. Og so er spurningurin hvussu Meduna Dalsgaard fyriheldur seg til uppgávuna.


Hvussu kann arkitekturur ávirka lívsgóðskuna?

Hetta er yvirskriftin á fýra granskingarverkætlanum, sum RealDania hevur stuðlað við 8,6 milliónum krónum. Talan er um tær fýra verkætlaninar: Ensomhedens arkitektur, Overgangsrum og nabokontakt, Byrum i balance, og Fællesskab i hverdagen.
RealDania er ein filantropiskur felagsskapur.

Vit tosa við Anne Gade Iversen, ið er verkætlanarleiðari í RealDania.
 

Meiri enn tak yvir høvdið

Komandi árini skulu einir 2.000 nýggir bústaðir byggjast í Føroyum. Men hvussu tryggja vit okkum at tað, ið bygt verður, hevur eina ávísa dygd, soleiðis at byggingin tænir teimum, ið skulu búgva har, samstundis sum nýggju bústaðirnir eisini leggja nakað gott afturat umhvørvinum, har ið bygt verður?

Tað sigur Meduna Dalsgaard, arkitektur, sum saman við familjuni býr í gamla býlinginum skamt frá skipasmiðjuni í Havn
17-08-2026
Tað sigur Eyðun Eliasen, arkitektur, sum vísur á, at minkar tú húsini nakrar fáar fermetrar, kanst tú spara fleiri hundrað túsund krónur
10-08-2026
Tað sigur Annie Heinesen, arkitektur, sum heldur at grøn øki og útsýni hava stóran týdning
03-08-2026