- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meiri enn tak yvir høvdið

Húsini hjá Eyðuni Eliasen, ið hann og familjan bygdu á Hvarvinum í Havn, eru eini fjálg og spennandi hús, har ið Eyðun legði seg eftir at tekna eini sethús, sum ikki vóru størri enn neyðugt, og har hann í prosessini støðugt legði seg eftir at tekna tey minni og minni. Og so hevur Eyðun eisini valt tilfar inni í húsinum, sum ikki er tað dýrasta, men sum samstundis riggar væl.
Tað loysir seg at vera nærlagdur og kritiskur og diskutera øll rúmini, tá tú skalt byggja, sigur Eyðun Eliasen, sum leggur afturat at tað altíð er eitt gott hugskot at kanna, um hvørt rúmið sær kann gerast eitt vet minni uttan at góðskan gerst minni.
Dømi um góða bústaðarbygging
Tá talan er um væleydnaða bústaðarbygging, nevnur Eyðun Berjabrekku, Tórsbyrgi og nýggja býlingin Dalabúð hjá Bústøðum. Eisini vísur hann á Spittelhof Estate, ið er skamt frá Basel í Sveis, bústaðarøkið Bjørnveien í Oslo í Noreg, og Rokko Housing (Rokko 1) í japanska høvuðsstaðnum Tokyo.
(Bjørnveien 119 í Oslo. Mynd: Teknistovan C. F. Møller)
(Bjørnveien 119 í Oslo.Mynd: Teknistovan C. F. Møller)
(Bjørnveien 119 í Oslo. Mynd: Teknistovan C. F. Møller)
Eyðun heldur eisini, at vit kundu hugt meiri eftir hvussu bygt verður í Noreg, har ið bæði landslag og veðurlag minnur nógv um Føroyar.
(Dalabúð í Havn)
Í samrøðuna spyrja vit eisini um húsbátar kann gerast ein møguleiki í Føroyum.
Serstaka uppgávan
Arkitektarnir fáa eisini eina uppgávu, har ið teir skulu fyrihalda seg til eitt par við tveimum børnum, sum skulu byggja. Tey eiga grundstykki og hava 2,5 milliónir krónur tøkar at byggja fyri. Og so er spurningurin hvussu Eyðun Eliasen fyriheldur set til uppgávuna.

Meiri enn tak yvir høvdið
Komandi árini skulu einir 2.000 nýggir bústaðir byggjast í Føroyum. Men hvussu tryggja vit okkum at tað, ið bygt verður, hevur eina ávísa dygd, soleiðis at byggingin tænir teimum, ið skulu búgva har, samstundis sum nýggju bústaðirnir eisini leggja nakað gott afturat umhvørvinum, har ið bygt verður?





