- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meiri enn tak yvir høvdið

Húsini hjá Annie Heinesen standa í vesturbýnum í Havn og talan er um eini sonevnd skiparahús frá 1930- ella 1920-árunum, og tí at húsini eru bygd heilt út í vegin er eitt stórt og grønt uttandura øki aftanfyri húsini, hóast grundstykki er lítið.
Annie nevnur fleiri øki sum dømi um góða bústaðarbygging, eitt nú Tórsbyrgi, Berjabrekku og Inni á Gøtu. Eisini nevnur hon nýggja býlingin hjá Bústøðum, Dalabúð, sum dømi um góða bústaðarbygging. Har er hædd tikið fyri góðum arkitekturi, fólk eru raðfest framman fyri bilarnar, tey flestu hava útsýni og eitt uttandura øki, samstundis sum býlingurin tekur seg væl út í verandi grannalagi.
Annie ger vart við, at nógvar dygdir eru í gomlu føroysku bygdunum, har bygt varð eftir lendinum, og at hetta geva lívd fyri vindi samstundis sum her eru nógvir hugnaligir krókar millum húsini.
Vit hittu eisini Ester Skála og Jórun Dánjalsdóttir Poulsen, sum búgva í grannalagnum hjá Dalabúð.
(Hugnaligi býlingurin Dalabúð í Havn)
Hvussu tryggja vit okkum eina ávísa góðsku, tá fleiri túsund bústaðir skulu byggjast?
Umráðandi er at byggisamtyktirnar verða hildnar og at tær ikki verða broyttar aðruhvørja løtu. Og so sigur Annie eisini at í Tórshavnar kommunu átti býararkitekturin aftur at fingið somu tign og mynduleika, sum Gunnar Hoydal hevði á sinni.
Eisini saknar Annie ein arkitekt fyri landið og at kommunurnar eisini seta arkitektar í starv. Hetta hevði havt við sær, at kommunurnar høvdu kunna gjørt kvalifiseraðar heildarætlanir, har ið hædd varð tikin fyri bústaðarøkjum, handils- og vinnuøkjum, grønum økjum, vegum og so framvegis.
Annie sigur eisini, at kommunurnar eiga at seta størri krøv til tey, sum skulu byggja størri bústaðareindir, millum annað tá talan er um uttandura økir, útsýni, og sól og ljós og vind. Eisini sigur hon, at tað átti at veri eitt krav, at ljós og vindkanningar verða gjørdar, áðrenn byggiloyvi verða latin størri verkætlanum.
Eisini skuldi tað veri eitt avgjørt krav at fólk fáa eitt uttandura øki, tað veri seg ein urtagarður ella ein altan.
Eisini nema vit við spurningin um húsbátar kundi veri ein møguleiki í Føroyum.
Serstaka uppgávan
Arkitektarnir fáa eisini eina uppgávu, har ið teir skulu fyrihalda seg til eitt par við tveimum børnum, sum skulu byggja. Tey eiga grundstykki og hava 2,5 milliónir krónur tøkar at byggja fyri. Og so er spurningurin hvussu Annie Heinesen loysir uppgávuna.
(Hugnaligi býlingurin Tórsbyrgi í Havn)
(Hugnaligi býlingurin Dalabúð í Havn)
(Fjølbroytti býlingurin Inni á Gøtu)

Meiri enn tak yvir høvdið
Komandi árini skulu einir 2.000 nýggir bústaðir byggjast í Føroyum. Men hvussu tryggja vit okkum at tað, ið bygt verður, hevur eina ávísa dygd, soleiðis at byggingin tænir teimum, ið skulu búgva har, samstundis sum nýggju bústaðirnir eisini leggja nakað gott afturat umhvørvinum, har ið bygt verður?
Hesir og aðrir spurningar verða viðgjørdir saman við einum arkitekti í hvørjari sending. Sendingarnar verða frumsendar mánadagar klokkan 17:05.
Gunnar Nolsøe leggur til rættis



