- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ung lesa

Systrarnar Olivia Reinert Joensen og Jóna Reinert Joensen práta við Silju Aldudóttur, ritstjóra á Bókadeild Føroya Lærarafelags, um ungdómsbøkur.
Í hesum partinum tosa vit um kendu bókarøðina Hungursleikirnir eftir amerikanska rithøvundin Suzanne Collins. Fyrsta bókin í upprunaligu røðini kom út í 2008, og síðani er røðin farin sum eldur um allan heim. Í nýggju Hungursleika-røðini fara vit aftur í tíð og hoyra um, hvat hendi, áðrenn Katniss Everdeen traðkaði fram á válin. Vit tosa um Rímuna um sangfuglar og slangur, har tann óndi forsetin Snow er høvuðspersónur, og um Sólarris á heystingardegi, sum snýr seg um gamla vegleiðaran hjá Katniss, Haymitch. Systrarnar siga sína erligu meining, um røðin veruliga hevur uppiborið hypið ella ikki. Vit tosa eisini um, hvussu Olivia og Jóna høvdu klárað seg í hungursleikunum, og hvørjari sýslu tær høvdu valt at búð í.
Bergur Rasmussen týddi til føroyskt, og Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bøkurnar út.
Vertur: Silja Aldudóttir
Í panelinum: Olivia Reinert Joensen og Jóna Reinert Joensen

Ung lesa
Í sendingini fara systrarnar Olivia og Jóna Reinert Joensen saman við Silju Aldudóttir at práta um spennandi bøkur og stór evni sum kærleika, vinarlag, stríð og samleika.
Hvør partur tekur støði í einari ella fleiri bókum og gevur eitt ungt sjónarhorn á søgurnar.




