Ung lesa

Ung lesa 6.partur - Tóra
11-08-2026
Poddvarpsrøð í átta pørtum

Systrarnar Olivia Reinert Joensen og Jóna Reinert Joensen práta við Silju Aldudóttur, ritstjóra á Bókadeild Føroya Lærarafelags, um ungdómsbøkur.
Í hesum partinum tosa vit um fantasy-røðina um Tóru eftir Elina Michelsen. Tær tríggjar bøkurnar Rimarúmið, Vanvarði og Feigdarfræ snúgva seg um gentuna Tóru, sum byrjar í einum skúla fyri huldur uttan at vita nakað um huldur og teirra gávur frammanundan. Vit tosa um tað at brúka føroyskar sagnarverur í fantasy til ung, um hvat er serligt við hesari røðini, og hvat vit kenna úr øðrum fantasy-bókum. Vit tosa um Tóru og vinirnar, hon fær, skúlan, huldugávur og kvartar, og hvørja gávu vit sjálvar høvdu viljað havt.
Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bøkurnar út.
Vertur: Silja Aldudóttir
Í panelinum: Olivia Reinert Joensen og Jóna Reinert Joensen

Ung lesa

Í sendingini fara systrarnar Olivia og Jóna Reinert Joensen saman við Silju Aldudóttir at práta um spennandi bøkur og stór evni sum kærleika, vinarlag, stríð og samleika.

Hvør partur tekur støði í einari ella fleiri bókum og gevur eitt ungt sjónarhorn á søgurnar.

Poddvarpsrøð í átta pørtum
11-08-2026
Poddvarpsrøð í átta pørtum
04-08-2026
Poddvarpsrøð í átta pørtum
21-07-2026
Poddvarpsrøð í átta pørtum
14-07-2026
Poddvarpsrøð í átta pørtum
07-07-2026
Poddvarprøð í átta pørtum
30-06-2026