Summarmorgun

Ynskir sær Ingálvsstaðir í Havn
11-08-2026
Í Reykjavík hava tey Kjarvalsstaðiir eftir listamannin Kjarval. Í Havn átti Steinatún at verið gjørt til Ingálvsstaðir eftir Ingálv av Reyni, sigur veteranur í Listafelagnum

Í Listafelag Føroya eru tey sera væl nøgd við stóru framsýningina Listating, sum var í Steinatúni í miðbýnum í Havn um ólavsøkuna og eina viku aftaná. Hon varð óvanliga væl vitjað.


Tað bar ikki til at hava ólavsøkuframsýningina sum vantligt uppi í Listaskálanum, tí skálin verður umbygdur. Við vælvild frá kommununi sluppu tey inn í Steinatún, sum er gamli Føroya Banki og sum Tórshavnar Kommuna nú eigur.


Pál Weihe, næstformaður í Listafelag Føroya, sigur, at tað gekk nógv betri enn tey høvdu væntað og vónað. Óvanliga nógv fólk stukku inn á gólvið, og tey í Listafelagnum vóru sera væl nøgd við arbeiðið hjá Edvardi Fuglø at skipa framýningina, sum var í trimum hæddum í húsinum. Hvør hæddin hevði sín lit og tað vóru litirnir í føroyska flagginum.


-Endamálið var at byggja brýr, bæði millum aldursbólkarnar og millum listafólkini, sum hava verið í stríði. Tað eydnasti, tí øll tey bodnu tóku av, sigur ein væl nøgdur Pál Weihe.


Ein patur av umsitingini hjá Tórshavnar Kommunu hevur verið í bygninginum, men tey fluttu út tí hann lak og har var eisini blámusoppur Kommunan, sum eigur Steinatún, hevur ikki tikið støðu til hvat bygningurin skal brúkast til í framtíðini. Men tað er eingin ivi hvat Pál Weihe heldur. Hann hevur eitt ítøkiligt uppskot.


-Í Reykjavík t.d. hava tey býarsavnið Kjarvalsstaðir, sum eitur eftir mæta listamanninum Jóhannesi S. Kjarval. Vit tilkomnu og eldru minnast øll okkara mæta listamann Ingálv av Reyni, sum gekk í havnargøtum og tók húgvuna av høvdinum fyri hvørjum menniskja hann møtti. Hann var ein býarmynd. Tað hevði verið virðiligt at havt Steinatún sum eitt listasavn fyri býin og kallað tað Ingálvsstaðir, sigur Pál Weihe.


Tú kanst hoyra samrøðuna við Pál Weihe her.

Summarmorgun

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

Ragnar Jacobsen, ella betri kendur sum Ragnar í Vík, var blivin blindur, men eiftir eina skurðviðgerð hevur hann fingið sjónina aftur
14-08-2026
100 ára gamli Hanus Zachariassen í Vestmanna koyrir framvegis bil. Hann endurnýggjaði koyrikortið tá hann var 99
14-08-2026
Góður morguntónleikur, veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya og prát við bólkin Blátt gras um teirra nýggja staklag "Aftur til krossin"
14-08-2026
Prát við Vár Guriardóttir Hansen, heimsmeistara í innandura rógving, um rógvi tiltak, sum hon skipar fyri á Ovastevnu. Biltúrur við Hanus Zachariassen, sum er 100 ár, og endurnýggjaði sær koyrikortið sum 99 ára gamal.
13-08-2026
Góður morguntónleikur, veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya og prát við Magnus Dahl, sum setur Ljósfestina í Vági í ár.
13-08-2026
Í dag er fyrsti skúladagur og Summarmorgun hitti í morgun fráfarandi skúlastjóran og ein spildur nýggjan lærara á Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík
12-08-2026
Í ár eru 100 ár síðani Eyvindur Mohr, listamaður, varð borin í heim, og í tí sambandi skipa døturnar fyri 100 ára framsýning í Müllers Pakkhúsi í Havn
12-08-2026
Listaframsýning við málningum eftir Eivind Mohr. Vit práta við døtur hansara, Gullu Mohr og Turið Nolsøe Mohr. Skúlabyrjan. Fólkaskúlarnir og miðnámsskúlarnir byrja aftur í dag eftir summarsteðg. Vit práta við ein nýggjan lærara í Skúlanum við Løgmannabreyt og við fráfarandi skúlastjóran í skúlanum.
12-08-2026
Góður morguntónleikur, veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya og prát við beiggjarnar Sakir Tróndarson Frýdal og Eindri Tróndarson Frýdal, sum eru í Íslandi og fara at hyggja at fullu sólarmyrkingini har.
12-08-2026
Í Reykjavík hava tey Kjarvalsstaðiir eftir listamannin Kjarval. Í Havn átti Steinatún at verið gjørt til Ingálvsstaðir eftir Ingálv av Reyni, sigur veteranur í Listafelagnum
11-08-2026
Listaframsýningin Listating í Steinatúni. Vit práta við Pál Weihe, næstformann í Listafelagi Føroya. 40 ár síðani bragdið hjá Ova Joensen, sum einsamallur róði úr Føroyum til Langelina í Keypmannahavn. Vit tosa við systkinabarn Ova, Hilmar Joensen, sum eisini er frásøgufólk á Ovasavninum.
11-08-2026
Góður morguntónleikur, veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya og innslag frá Tìðarinnar Bakspegili (2011) um bragdið hjá Ova Joensen í 1986.
11-08-2026