- Tíðindi, mentan og ítróttur
Summarmorgun

-Tað mest umráðandi er at børnini í 1. flokki kenna seg trygg beinanvegin. Tað hevur stóran týdning at fyrsti skúladagur er væl eydnaður, sigur Høgni Joensen, skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík.
Tórun Lindenskov Samuelsen er spildur nýggjur lærari og hon sigur, at læraragerningurin hevur altíð drigið, sjálvt um hon í mong ár hevur arbeitt á skrivstovu. Tí fór hon á Læraraskúla og varð liuðug í ár.
-Eg eri glað fyri at eg fekk starv á júst hesum skúlanum, tí míni børn hava gingið og ganga her, og mær dámar væl mentanina á skúlanum, sigur Tórun.
Hvørki hon ella skúlastjórin Høgni óttast ikki fyri vitlíki, tí tað verður eitt hent amboð um tað verður brúkt rætt. eru tey á einum máli um.
Høgni Joensen hevur verið skúlastjóri á Skúlanum við Løgmannabreyt siðani hann lat upp í 2008. 1. september leggur hann frá sær skúlastjóri fyri aldur, og hann óttast ikki, tí hann veit at skúlin er í góðum hondum.
Her kanst tú hoyra samrøðurnar, sum vórðu gjørdar í Skúlanum við Løgmannabreyt í Summarmorgni í morgun.

Summarmorgun
Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.
Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.




